Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

Samtyktir gjørdar á eykabygdarráðsfundi fríggjadagin 29. mei 2009.

Møtt á fundi vóru:  Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech, Rannvá Albinus og Eli Frederiksen.  

 

  1. Fyrst gjøgnumgekk borgarstjórin Mikkjal Sørensen grannskoðanarprotokollina til ársroknskapin fyri roknskaparárið 2008, og varð hon góðkend við teim viðmerkingum, ið standa í henni.
    Síðan gjøgnumgekk borgarstjórin ársroknskapin hjá Porkeris Kommunu fyri roknskaparárið 2008, og javnvigar hann við 11.018.085,00 kr.
    Fíggjarstøðan tann 31. desember 2008 javnvigar við 5.112.115,00 kr.
    Ársroknskapurin hjá Porkeris Kommunu fyri 2008 varð einmælt góðkendur av bygdarráðnum, har víst verður til  tær viðmerkingar, ið standa í grannskoðanarprotokollini

  2. Samtykt varð at søkja um at hækka stuðulsupphæddina frá 500.000 kr til 700.000 kr. pr. búðeind., og verður hervið søkt um at fáa hækkað stuðulin úr 12 mió. kr. til 16,8 mió. kr.
    Samtykt varð at hækka lánið úr Landskassanum upp til 5.363.473,00 kr. Lánið verður rentufrítt og at gjalda aftur yvir 13 ár.

 

 Porkeris Bygdarráð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo