Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi Mánadagin 7. juni 2010.
 

Møttir til bygdarráðsfundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech, Rannvá Albinus og Eli Frederiksen.


Borgarstjórin Mikkjal Sørensen bað um at fáa við í skránna punkt 12: Kunning um  fyrsta ársfjórðing av
roknskapinum hjá Porkeris kommunu 2010, og punkt 13:  Uppskot til broytingar , ið gjørdar vórðu í
byggisamtyktini á bygdarráðsfundi 20. mei 2010.
Bæði uppskotini vórðu einmælt samtykt

 

  1. Samtykt varð at stuðla dansifelagið Jómsvíkingar við 2.000,00 krónum.

  2. Samtykt varð at stuðla Porkeris Bygdarsavn við 25.000,00 kr. til rakstur 2010.

  3. Semja varð um at taka málið: Stuðul til Musikkskúlan av skránni, og venda aftur til tað seinni, tá málið er betur lýst.

  4. Samtykt varð at stuðla Psykiatriska depilin við 1.000,00 krónum.

  5. Samtykt varð at stuðla Kvinnuhúsið við 2.000,00 krónum.

  6. Samtykt varð at stuðla Alzheimerfelagið við 2.000,00 krónum.

  7. Samtykt varð at stuðla Føroya Sanglærarafelag til sangbókaútgávu við 2.000 kr.

  8. Samtykt varð at stuðla KFUM-Skótarnar í Føroyum við 5.000,00 krónum til   virkisdepil á Selatrað, og er hetta
    ein eingangsjáttan
    :

  9. Samtykt varð at taka málið: Veitan av drekkivatni úr Sumbiarbergholinum, av skránni, og venda aftur til tað, 
    tá borgarstjórin Mikkjal Sørensen hevur havt fund við Jákup Joensen saman við Vágs kommunu
    og Martin E. Leo verkfr.

  10. Semja varð um at hava tiltakið ”Ung í Arbeiði” aftur í ár fyri næmingum í framhaldsdeildini, ið hava fylt 14 ár.
    Arbeitt verður í tvær vikur.

  11. Samtykt varð at keypa ognina matr. nr. 48b fyri 175.000,00 krónur. Undir viðgerðini og samtyktini av hesum máli
    var Eyðolf Bech ikki við á fundinum.

  12. Borgarstjórin gjøgnumgekk saman við bygdarráðslimum fyrsta ársfjórðing av roknskapinum hjá
    Porkeris kommunu 2010, og varð høvi at seta fyrispurningar og gera viðmerkingar hjá bygdarráðslimum.

  13. Samtykt varð, at matr. nr. 13a, 14, 15, 16, 29 og 2c verður broytt í byggisamtyktini til bústaðarøki.
    Undir viðgerðini og samtyktini av hesum máli var Mikkjal Sørensen ikki við á
    fundinum.

 

Fundarbókin upplisin og góðkend.


Porkeris Bygdarráð

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo