Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 30. mei 2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt bleiv við aðru viðgerð at veita eykajáttan á kr. 385.144,00 til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy fyri árið 2015. 2. Ársroknskapurin hjá Porkeris Kommunu fyri árið 2015 bleiv gjøgnumgingin. 3. Samtykt varð at bjóða út arbeiði til gerð av bingjuplássi. 4. Samtykt varð at takað av tilboðnum frá Tangavirkinum uppá hegn til skúlan. 5. Samtykt varð at geva byggiloyvi á matr.nr. 22a og 22c. samb. tekningum og byggjast skal samb. byggisamtyktini. 6. Samtykt varð at keypa tvær kopimaskinur, eina til kommunuskrivstovuna og eina til skúlan. 7. Kunnað varð um skattainntøkuna fyri apríl 2016. 8. Samtykt varð at hava tiltakið ” Ung í arbeiði 2016 ”. 9. Samtykt varð at geva loyvi til at Skemmukrambúðin fær hita frá gomlu kommunuskrivstovuni og at ein teljari verður settur á hitaleiðina. Porkeris Bygdarráð.