Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi tórsdagin 15.  juni 2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at útseta málið til seinni fund. 2. Samtykt er at útseta málið til seinni fund. 3. Samtykt er at útseta málið til seinni fund. Meðan hetta mál bleiv viðgjørt, var Sveinur Bech ikki við á fundinum. 4. Samtykt er at geva byggiloyvi, treytað av, at húsið kemur at standa minst 2,5 metrar frá grannamarkinum. 5. Samtykt er at játtað uppsetan av skelti. 6. Samtykt er at alt Porkeri gerst til 40 km zone. Eisini er semja um at arbeiða víðari við at gera parkeringsforboð á Skiparavegi. 7. Samtykt er at stuðla Jómsvíkingum. Samtykt er at stuðla Bláa Krossi. Samtykt er ikki at stuðla Oyggjaleikum 2017 8. Kunnað bleiv um skattainntøkurnar fyri mai 2017, ið vístu kr. 718.916,00 Porkeris Bygdarráð.