Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum ónsdagin 29. mai 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at gera serstaka byggisamtykt “ Serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Porkeri, Porkeris haga “. 2. Samtykt er at seta skeltir upp, sum loyvir tungari ferðslu at koyra 30 km/t, onnur akfør 40 km/t. 3. Samtykt er ikki at stuðla Parkinson-felagnum og Bláa Krossi. 4. Kunnað bleiv um skriv til Gjaldstovuna/Fíggjarmálaráðið. Kunnað bleiv um hesi mál til hoyringar: Uppskot til kunngerð um próvtøkur, próvtalsstiga og kærur í sambandi við próvtøkur á prelimineru orgulleikaraútbúgvingini. Kunnað bleiv um veðurlagspolitikk til hoyringar. Ríkislógartilmæli um at seta PET-lógini í gildi fyri Føroyar. Uppskot til RLT um at seta í gildi fyri Føroyar politi-lógina. Uppskot til kunngerðir um heilsuútb. og námsfrøðiligu hjálparútb. Uppskot til kunngerð um Førleikastovur. Porkeris Bygdarráð.