Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi Mánadagin 5. juli 2010.
 

 

  1. Samtykt varð at vera við at keypa ein nýggjan tannlæknastól til tannlæknastovuna í Vági, og verður parturin hjá Porkeris kommunu umleið 25.000,00 kr.

  2. Samtykt varð at keypa eina nýggja kopimaskinu til skúlan. Kostnaður 40.890,00 kr. + MVG.

  3. Samtykt varð at taka hetta mál av skránni, og fyrst at hava fund við vaskikonurnar fyri at fáa eitt úttalilsi frá teimum.

  4. Samtykt varð at Armgarð Strøm fær byggiloyvi til garð rundan um sethús síni, og at hon fær til keyps umleið 25 m2  burtur av matr. nr. 1ø vestan fyri sethúsini.

  5. Samtykt varð at Henning Stenberg fær loyvi at gera eitt parkeringsøki sunnan fyri sethúsini á matr. nr. 137a.
    Samtykt varð at Henning Stenberg fær loyvi at nýta gomlu sethúsagrundina úti á
    Klova matr. nr. 186 til seyðahús við at loka hana inni við lágari reising.

  6. Semja varð um ikki at taka av tilboðnum frá Sp/f Kirvi um levering av drekkivatni úr Sumbiarbergholinum. Grundgevingin til hesa samtykt er grundað á tilmælið frá Martin E. Leo verkfrøðingi.

  7. Samtykt varð at stuðla plátufelagið ”TUTL” við keypi av fløgum.

  8. Samtykt varð at stuðla Tórð Johannesarson við keypi av fløgum.

  9. Samtykt varð við fyrstu viðgerð at gera hesar flytingar millum konti á fíggjarætlanini fyri árið 2010:

Flytast frá:                     Flytast til:                                    Upphædd:

Íløgur/Vegagerð            Íløgur/Skúli (kopimaskina)         41.000,00 kr.

Íløgur/Vegagerð            Íløgur/Skúli (reingerð)                22.500,00 kr.

Íløgur/Vegagerð            Íløgur/Heilsumál (tannlækni)       25.000,00 kr.

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Porkeris Bygdarráð

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo