Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi týsdagin 12. juli 2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at Rógvi Berg fær byggiloyvi til ein garð uttan um sethúsini hjá sær. Eisini varð samtykt at Rógvi Berg fær tað pettið afturat grundstykkinum, sum er sneitt av í útsynningshorninum á grundstykkinum. Eisini varð samtykt at hann fær loyvi at gera eina terassu vestan fyri sethúsini hjá sær. Meðan hetta mál var fyri var Andreas Berg ikki við á fundinum. 2. Samtykt varð at Sigmund Bech fær loyvi at byggja umrødda hønuhús. 3. Semja varð um, at hetta ikki kemur at hava nakra ávirkan á kirkjugrundina, um bygt verður á matr. nr. 95b. Meðan hetta mál var fyri, var Rannvá Albinus ikki við á fundinum 4. Umsókn um stuðul frá Nordisk Kystkultur var ikki gingin á møti. Umsókn  um stuðul til summarborðhald í Húsinum við Á var gingin á møti. Samtykt var at stuðla við kr. 1.500,00. Meðan hetta mál var fyri, var Mikkjal Sørensen ikki við á fundinum. 5. Skriv frá Zacharias Bech viðv. kunning um ferðina hjá pensiónistafelagnum nú í summar norðanfjørðs. Kunning um skattainntøkurnar fyri mai: kr. 704.587 og fyri juni: kr. 796.368. Kunning um vindmylluprojekt frá Henning Graabæk. Porkeris Bygdarráð.