Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 26. juni 2017 kl. 18.00
Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe
og Emily Poulsen.
1.
Roknskapurin fyri 2016 og grannskoðanarprotokoll fyri 2016 eru gjøgnumgingin og
góðkend.
2.
Samtykt er at játtað lektiukafé 6 tímar um vikuna frá hálvum september 2017 til endan
av apríl 2018.
3.
Samtykt er at stuðla til veitslu í Húsinum við Á.
4.
Samtykt er at senda eina reglugerð fyri nýggja bingjuplássi í Porkeri, í hvørt hús í
kommununi.
5.
Eitt mál kom á skrá afturat, um byggiloyvi til garð á matr. nr. 149d.
Samtykt er at bygdarráðið kemur á staðið áðrenn arbeiði uppá garðin byrjar.
Porkeris Bygdarráð.