Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 26.  juni  2018  kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at taka av tilboðnum um áleggjan av gólvi í skúlanum. 2. Semja er um at útseta hetta málið til næsta fund. 3. Samtykt er at geva loyvi at leggja bátaskinnarar út í mølini á matr. nr. 52e. 4. Samtykt er at taka av tilboðnum frá commIT, viðv. ferðavinnuni. 5. Semja er um at stuðla Felagnum Víkingaskip. Semja er um at stuðla FC Suðuroy. Semja er um at venda aftur við umsóknini frá Suðuroyar Sjónleikarafelag. Semja er um ikki at stuðla Bláa Krossi. 6. Kunnað bleiv um løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni. Kunnað bleiv um uppskot til kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um at einskilja Postverk Føroya. Kunnað bleiv um frágreiðing um kanning av endurskoðanarfreistum í barnaverndarmálum. Kunnað bleiv um rindan av kringvarpsgjaldi fyri læraralønir o.a. Kunnað bleiv um ferðafrásøgn frá túrinum hjá Eldrahugnanum. Kunnað bleiv um kunngerð um broyting í kunngerð um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing. Kunnað bleiv um kunngerð til broyting í ymiskum kunngerðum viðv. persóns-, húsfólka- og arvarætti. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri mai 2018:  kr. 758.195,- Porkeris Bygdarráð.