Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 6. septembur 2010.
  

Møttir til fundin vóru:  Mikkjal Sørensen,  Andreas Berg, Eyðolf  Bech, Rannvá Albinus og Eli Frederiksen.

Tá fundurin varð settur hevði borgarstjórin Mikkjal Sørensen tvey mál, sum hann vildi hava við til fundin

5.     Umsókn um stuðul til ”Rumeniaverkætlanin 2010.

6.     Sparingarnar á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi 2011.

 Hesi mál vórðu bæði samtykt at hava við á skránni til fundin 6. sept. 2010.

 

Hesar samtyktir vórðu gjørdar:  

  1. Samtykt varð, at Juul Sundberg fær loyvi at gera garð uttan um hoyggjhúsið á Høvdanum.

  2. Samtykt varð at keypa eina gólvvaskimaskinu til skúlan.

  3. Samtykt varð við aðru viðgerð at gera hesar flytingar millum konti á fíggjarætlini  fyri árið 2010.

    Flytast frá:                                    Flytast til:                             Upphædd:

    a.     Íløgur/vegagerð               Íløgur/skúli-kopimask.          41.000,00 kr.

    b.     Íløgur/vegagerð               Íløgur/skúli-reingerð              22.500,00 kr.

    c.     Íløgur/vegagerð               Íløgur/heilsumál-tannlækn.      25.000,00 kr.

     

  4. Semja varð um,  at hugskotið um felags umhvørvispláss var gott, og samtykt varð at arbeiða víðari við málinum.

  5. Samtykt varð at stuðla ”Rumeniaverkætlanin 2010” við 5.000 krónum.

  6. Semja varð um at senda Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu skriv, har mótmælt verður, at bert 16 pláss verða tøk, tá ellisheimið í Vági letur upp næsta ár, og at vit mótmæla sparingunum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  fyri árið 2011.
    Samstundis varð samtykt at heita á Sumbiar, Vágs og Hovs kommunu, um at vera við at senda  felags mótmælisskriv til Rósu Samuelsen

    

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Porkeris Bygdarráð

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo