Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 5.  september  2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. Nývaldi kommunuskrivarin Eilin Hovgaard var við á fundinum fyri fyrstu ferð. 1. Innkomin til tíðina vóru tvey tilboð uppá gerð av bingjuplássi. 1.)    BKE entreprenørar Sp/f  áljóðandi:  1.222.576 kr. uttan MVG. 2.)    SH – Bygg  Sp/f   áljóðandi:             1.184.235 kr. uttan MVG. Tað varð einmælt samtykt at gera bingjuplássið og at fyljga tilmælinum frá Martin E. Leo, um at taka av tilboðnum frá  SH – Bygg Sp/f. Meðan hetta mál varð viðgjørt, var Sveinur Bech ikki við á fundinum. 2. Samtykt varð at hava fund við løgregluna um ferðsluforðingar á vegnum 3. Samtykt varð at taka undir við, at lektiuhjálp verður  6 tímar um vikuna  fyri skúlaárið 2016/2017  í Porkeris skúla. 4. Bygdarráðið tekur undir við, at miðað verður ímóti, at javnstøða  verður á uppstillingarlistunum til komandi bygdarráðsval  8. nov. 2016.     5. 1.)  Umsóknin frá TB-flogbóltur um fíggjarligan stuðul varð ikki gingin á møti. 2.)  Samtykt varð at stuðla blaðið ”Eftirskúlin” við 1.500 krónum. 6. Kunnað varð um skattainntøkuna hjá Porkeris kommunu fyri juli mánað áljóðandi:   842.401 krónur, og fyri august mánað áljóðandi:  745.504 krónur Porkeris Bygdarráð.