Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 4.  september  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Semja er um, at útseta málið viðv. minnisvarðanum til komandi vár. 2. Tikið verður undir við skjalinum um bygging, sum ikki krevur byggiloyvi. 3. Samtykt er at taka av tilboðnum frá Suðuroyar Sparikassa um umfíggjan av lánum. 4. Samtykt er ikki at blíva limur í Listaleypinum í ár. Samtykt er ikki at stuðla Wisdom from the roots. Samtykt er at stuðla Seyðasýningini. Samtykt er ikki at stuðla Tvøroyrar Billiardfelag. Samtykt er ikki at stuðla Krabbameinsfelagnum. Samtykt er at stuðla Deyvafelagnum. Samtykt er at stuðla Hvistuni. 5. Kunnað var um tilboð frá Nema. Ferðafrásøgn var frá túrinum hjá Dagtilhaldinum í Sandoynni 29 – 30 mai 2017. Kunnað var um Formansfrágreiðingina 2017 hjá Suðuroyar ferðavinnufelag. Kunnað var um skattainntøkur fyri juni 2017, kr: 772.001 og um skattainntøkurnar fyri juli 2017, kr. 710.519 Porkeris Bygdarráð.