Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 10. september 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at keypa innbúgv til skúlan. 2. Samtykt er at keypa samvirkistalvu til skúlan. 3. Samtykt er at broyta útstykkingina á Fløttinum. 4. Samtykt er at taka av tilboðum viðv. umvæling av vatnbrunninum. 5. Samtykt er at taka av at keypa trappur til rýmingarleið á Heilsumiðstøðini. 6. Samtykt er at keypa eina oljureinsiskipan. 7. Samtykt er at keypa nýggjan líkbil. 8. Fíggjarætlanin 2019 hjá BHS er samtykt. 9. Kunnað bleiv um rakstrartølini pr. 31.07.2019. 10. 1. viðgerð av eykajáttan 2019 er samtykt. 11. Samtykt er at stuðla Jómsvíkingum. Samtykt er at stuðla Føroya Sunnasta ½ Marathon. 12. Kunnað var um átakið ”Closed for maintenance-Open for voluntourism”. Kunnað bleiv um hoyringsskriv/kunngerð um atgongd hjá kommunalu tilbúgving/bjargingartænastu til akfarsskránna hjá Akstovuni. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri juli: kr. 806.371. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri august: kr. 868.665. Porkeris Bygdarráð.