Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi Mánadagin 4. oktobur 2010.
 

 

 

 

 

Møttir til fundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech, Rannvá Albinus og Eli Frederiksen.

 

  1. Samtykt varð við fyrstu viðgerð at góðtaka eina eykajáttan fyri fíggjarárið 2010 til sosialu deild Porkeri/Vág stóra krónur 112.500,00, og at upphæddin verður tikin av likvidum.

  2. Reglugerðin fyri nýggja røktarheimið í Vági varð gjøgnumgingin, og vóru ymiskar viðmerkingar til broytingar gjørdar.

  3. Samtykt varð, at Eyðfinn Joensen fær loyvi at seta upp eina vindmyllu við sethúsini hjá sær. Við hesum loyvi fylgja tær treytir, at myllan lýkur tey krøv sambært reglugerðina, sum umsøkjarin hevur fingið avrit av. Í hesum føri verður einamest hugsað um óljóð, ið myllan kann geva frá sær.

  4. Samtykt varð at stuðla borðtennisfelagið í Porkeri ”Purkan” við 25.000,00 krónum.

 


Bókin upplisin og góðkend.

 


 

 

 

 

 

Porkeris Bygdarráð

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo