Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi týsdagin 4. oktobur 2011.

 

Møttir vóru:  Mikkjal Sørensen, Eyðolf  Bech, Rannvá Albinus og Eli Frederiksen. Andreas Berg kundi ikki møta til henda bygdarráðsfundin, tí hann var burturstaddur.

Við á fundinum var eisini Bogi Jacobsen, ið greiddi frá spillivatnsætlanini fyri Porkeris kommunu.

Borgarstjórin Mikkjal Sørensen ynskti at fáa eitt skriv við til henda bygdarráðsfundin, ið ikki var við í fundarskránni, sum var komið frá hagastýrunum í Porkeri viðvíkjandi seyðasýningini 2011, og varð hetta samtykt.

 

  1. Spillivatnsætlanin fyri Porkeris kommunu varð góðkend í verandi líki, ið Bogi Jacobsen gjøgnumgekk og legði fyri bygdarráðið til góðkenningar.

  2. Samtykt varð at stuðla tiltakið ”Seyðasýning í Porkeri 2011” við 8.000,00 kr.

 

 

Fundarbókin upplisin og góðkend

 

Porkeris Bygdarráð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo