Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 6. okt. 2014.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. 1. Porkeris kommuna hevur viðgjørt uppskotið til leist til tess at betra um heilsutænasturnar til borgarar í Suðuroynni, og tekur undir við, at Suðuroyggin verður eitt læknadømi, men vit sakna niðurstøðuna hjá arbeiðsbólkinum og tað tilmælið, sum kommunurnar skuldu taka støðu útfrá. Endamálið at seta henda arbeiðsbólk var jú millum annað at fáa innlit í, hvat fakfólkini á hesum øki hildu um ætlanina at gera Suðuroynna til eitt læknadømi. 2. Vísandi til tær treytir Porkeris kommuna gav í skrivum til Landsverk dagfest 26. mars 2003, 12. november 2009 og 11. mars 2010 gera vit krav uppá, at allar hesar treytir verða uppfyltar, áðrenn nakað byggiloyvi verður givið. 3. Samtykt varð at stuðla dansifelagið ”Jómsvíkingar” við 3.000 krónum. 4. Samtykt varð at stuðla skótaliðið ”Royndin” í Vági við 1.000 krónum. 5. Porkeris kommuna hevur longu samtykt á fundi 20. mai 2008 at stuðlað hesa verkætlan hjá Bláa Krossi Føroya við 30.000 krónum. 6. Kunning: a) Tann góða tilgongdin. b) Leysafæ frá gamla kommunufelagnum uppgjørt. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð