Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 3.  oktober  2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð, at geva John Jensen byggiloyvi tá grannaloyvi fyriliggur. 2. Samtykt varð, at bjóða út hølir hjá Porkeris Kommunu til Sernám, og í øðrum lagi at taka undir við at hølini framhaldandi verða í Vági. 3. Samtykt varð at stuðla verkætlanini “ Borðspælið Herferð”. 4. Kunning send til Kommunufelagið um ætlanir hjá kommununi um íløgur komandi árini 2016 - 2020. Esini var viðmæli um bygging av víkingaskipi og neysti í Hovi. 5. Áðrenn fundin var biði um at fáa eitt mál afturat á skrá, og hetta var umsókn frá Sigmundi Olsen um stuðul til seyðasýningina. Játtað varð at stuðla við kr. 3.000,- til  seyðasýningina. Porkeris Bygdarráð.