Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 1. oktober 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at senda sáttmálarnar um vetrarfriðing út til hagarnar. 2. 2. viðgerð av eykajáttan fyri 2019 er samtykt. 3. Samtykt er at keypa nýggja vekt til heilsufrøðingin. 4. Samtykt er at stuðla seyðasýningini í Porkeri. Samtykt er at stuðla Krabbameinsfelagnum, viðv. rørslutiltakið í Suðuroy. 5. Samtykt er at broyta upplatingartíðirnar á bingjuplássinum, meðan slaktið er. 6. Samtykt er at játtað tað upphædd vit fáa frá Føroya Landstýri, ið samband við fíggjarætlanina 2020 hjá Bú- og Heimatænastuni. Porkeris Bygdarráð.