-
Býarskipanin og byggisamtyktin varð endaliga góðkend við ávísum broytingum
orsaka tey mótmæli, ið inn vóru komnar, í
sambandi við framløguna.
Allar broytingarnir vórðu einmælt samtyktar uttan í tí
føri, har Andreas Berg,
bygdarráðslimur hevði uppskot um at minka um
frílendið uttan um "Minnisvarðan" á matr. nr. 156a
og 170, men hetta varð ikki undirtøka fyri.
-
Samtykt varð at skifta tey gomlu
vindeyguni út í skúlanum.
-
Samtykt varð at taka av tilboði um ger av nýggjum spæliplássi við skúlan.
-
Samtykt varð at innrætta bygdarhúsið (ungdóms-/eldrahúsið), og at kanna møguleikan fyri ger av lyftu
í húsinum.
-
Samtykt varð at stuðla umsóknina við 1000,00 kr. fyri hvønn porkening, ið gongur
í flokkinum.
-
Samtykt varð at góðtaka makaskiftið millum matr. nr. 176b og
1ø.
-
Kvøldskúlaundirvísingin
fyri skúlaárið 2008/2009 varð einmælt samtykt.
-
Uppskot til fíggjarætlan fyri árið 2009 javnvigar við 11.355.265,00 krónum.
Skattaprosentið er sett til 21%, og
barnafrádrátturin til 4.000,00 kr.
-
Barnaverndarsáttmálin millum Vág og Porkeri varð einmælt góðkendur
við ávísum broytingum