Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

Til:  Allar limakommunur

Innsavning av brenniburturkasti á bingjuplássunum.

Brennistøðin á Hagaleiti var høvuðsumvald í viku 9 og viku 10. Tá brennistøðin byrjaði aftur í viku 11, lógu umleið 700 tons av burturkasti niðurfyri. Køsturin á brennistøðini hevur so at siga verið rokaður síðani byrjað varð aftur. Tað ger, at vit til tíðir ikki fáa tikið ímóti øllum av brenniburturkasti.

IRF roynir at veita kommununum tað tænastuna, sum tað ber til, men staðfestir, at tað ikke ber til at tøma allar bingjurnar við brenniburturkasti hetta vikuskiftið, og at ólag fer at verða á tænastuni viðvíkjandi brenniburturkasti komandi vikurnar.

Vinarliga

IRFPoul Andrias Joensen, stjóri

 

Áheitan.

Hóast IRF hevur lýst bæði í útvarpi og í bløðunum um, at brennistøðin í Leirvík hevur verið til umvælingar, og teir tí ikki kundu taka ímóti burtutkasti sum vanligt, so hava fólk hóast hesa áheitan lagt ymist á keiøkið til ampa fyri øll.

Heitt verður á fólk um at hava tol, til viðurskiftini aftur eru komin í rættlag, og um ikki at koyra nakað burturkast á keiøkið, sum kann bíða til seinni.

Porkeri tann 31. Mars 2008.

Porkeris bygdarráð.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo