Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Porkeris skúli. Atferðarreglur. Endamál: At skapa góðar karmar um undirvísingina, sum kunnu virka við til at næmingar og lærarar vísa ábyrgd bæði fyri sær sjálvum, hvørjum øðrum og skúlanum sum heild. At skapa trivna á skúlanum. Atferðarreglur: Næmingar og lærarar skulu møta rættstundis, úthvíldir og væl fyrireikaðir í skúla. Er næmingur burturstaddur eigur hann at hava skr. fráboðan við sær heimanífrá um orsøkina, tá hann kemur í skúla aftur ella skulu foreldur ringja til skúlan og siga frá. Tað ber eisini til at seta seg í samband við skúlan um First Class mailskipanina, sum skúlin brúkar. Skúlin hevur mailadressuna por@skulin.fo Tit finna eisini mailadressurnar hjá lærarunum í skipanini. Skal næmingur hava frí: 1 – 2 dagar skal flokslærarin spyrjast. Fleiri enn 2 dagar skal skúlaleiðarin hava boð um. -Tá verða tað foreldrini, sum taka ábyrgd av undirvísingini av børnunum. Tá ið næmingur hevur verið burtur uml. 10 % fáa foreldrini eina skrivliga fráboðan frá skúlanum. Heldur fráveran áfram skal skúlaleiðarin seta seg í samband við heimið, og um hetta ikki hjálpir verður farið til barnaverndina við fráveruni. Ikki er loyvt at fara av skúlans øki í fríkorterinum uttan loyvi frá lærara. Arbeiðsfriður og góður atburður verður kravdur í tímunum eins væl og í fríkorterinum. Alt spæl skal vera so, at tað er ongum at meini og ikki tarnar øðrum at spæla. Ósømiligur og ólátaður atburður - happing og arging - skal ikki koma fyri. Næmingar skulu vísa góðan atburð móti lærarum og næmingum, bæði í orði og gerð. Næmingar  mugu ikki hava lutir við sær í skúla, ið eru hættisligir fyri skúlafelagarnar, ella lutir, ið kunnu skammfíla skúlan ella órógva undirvísingina. Næmingar hava loyvi at hava fartelefon við sær í skúla. Telefonin skal vera sløkt í skúlatíðini og kann fyrst tendrast tá næmingurin fer av skúlans øki. Elektronisk spøl eru ikki loyvt at hava við í skúlan, heldur ikki I-pad ella líknandi. Royking er ikki loyvd á skúlans øki. Næmingar skulu ikki hava góðgæti við í skúla – heldur ikki í matpakkan. Pappír, matleivdir og tílíkt burturkast skal hvørki tveitast burtur úti ella inni, men beinast í ruskíløtini. Bøkur og amboð, sum næmingar hava til láns frá skúlanum, skal verða væl viðfarið. Næmingar skulu beinanvegin teir fáa bøkurnar, leggja pappír um og seta navn á og annars fara væl um. - Skúlin kann krevja endurgjald fyri skaða á bøkur, amboð, innbúgv o.a. Næmingar skulu lata ognirnar hjá øðrum fáa frið. Avleiðingar: Um næmingur ikki heldur seg til omanfyri nevndu reglur, tosar flokslærarin/lærarin við næmingin um trupulleikan. Um samtalur, átalur og ávaringar ikki tykjast at hjálpa og trupulleikin er afturvendandi, verður farið til niðanfyri nevndu stig. 1. Flokslærarin/ lærarin tosar við heimið um støðuna. Dagfesting og stikkorð frá samrøðuni, saman við stuttari frágreiðing um trupulleikan verður fest á blað og latin skúlaleiðaranum. 2. Um hetta ikki hjálpir, vísir flokslærarin næminginum til skúlaleiðaran. Skúlaleiðarin minnir enn eina ferð á atferðarreglurnar, tosar við heimið og ger vart við trupulleikan. Dagfesting og stikkorð frá samrøðuni verða fest á blað og goymd saman við blaðnum frá flokslæraranum/ læraranum. 3. Um hetta framvegis ikki hjálpir, kann skúlaleiðarin vísa næminginum heim í upp til eina viku. Skriftlig grundgeving verður send til heimið. Annars verður víst til kunngerð nr 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlanum. Porkeri september 2013. Skúlastýrið