Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Porkeris skúli. Hesi størv eru leys at søkja í Porkeris skúla skúlaárið 2016/2017: Tíðaravmarkað lærarastarv skúlaárið 2016/2017, uml. 12 læraratímar, endaliga tímatalið ásett eftir 1. september 2016, vegna avlopstímar. Eitt starv sum stuðul, 22 tímar um vikuna, lønarbrot 0,5, til næmingar við serligum tørvi. Søkt verður eftir lærara og stuðli, sum: undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans duga at samstarva og eru fyrikomandi eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum eru við til áhaldandi at menna skúlan hava hug at arbeiða við ymiskum avbjóðingum Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða lønt sambært avtalu  millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 Stuðlar verða løntir sambært sáttmála millum, Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru tíðaravmarkaði og verða sett fyri skúlaárið 2016 – 2017. Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi  ónsdagin 8. juni 2016, kl 18.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Mannbjørn Olsen, skúlaleiðara mobil 262864 ella við at senda t-post til mannbjoern.olsen@skulin.fo Porkeris skúli hevur 28 næmingar og 4 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 1. til og við 7. flokk.