Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Ung í arbeiði 2016. Sagt verður hervið frá, at møguleiki er at tekna seg til ”Ung í Arbeiði 2016” hjá Porkeris kommunu. Arbeitt verður í viku 26 og viku 27, og umfatar hetta arbeiðið ungdómar í kommununi, ið hava fylt 14 ár, men ikki fylt 17 ár. Tey, ið ynskja at vera við, kunnu siga frá á telefon 254430 / 211603 ella á kommunuskrivstovuni telefon 373603. Fráboðanarfreistin at tekna seg til luttøku er í seinasta lagi leygardagin 25. juni 2016. Porkeri, tann 2. juni 2016. Mikkjal Sørensen, borgarstjóri. Lars Djurhuus, skrivari.