Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Ung í arbeiði 2019. Sagt verður hervið frá, at møguleiki er at tekna seg til ”Ung í Arbeiði 2019” hjá Porkeris kommunu. Arbeitt verður í viku 27 og viku 28, og umfatar hetta arbeiðið ungdómar í kommununi, ið hava fylt 14 ár, tá arbeiðið byrjar, men ikki fylt 17 ár áðrenn arbeiðið byrjar. Tey, ið ynskja at vera við, kunnu siga frá á telefon 254430 ella á kommunuskrivstovuni telefon 373603. Freistin at tekna seg til luttøku er í seinasta lagi tórsdagin 27. juni 2019. Tilmeldingarskjal er tøkt á heimasíðu okkara:  www.porkeri.fo Porkeri, tann 15. mai 2019. Mikkjal Sørensen, borgarstjóri. Eilin Hovgaard, skrivari.