Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Útivika í døgunum 24. –  30. mai 2010.

 

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari útiviku. Í útivikuni er ætlanin, at fólk  ganga og røra seg meira, enn tey vanliga gera. Fólk fara at ganga til arbeiðis, til handils og í skúla, har tey annars eru von at  nýta bilin.

Í hesum sambandi skipar dagrøktin og skúlin fyri hvørt sínum átaki, meðan kommunan skipar fyri hesum tiltøkum:

Týsdagin 25. mai klokkan 17.00  verður farið at laða varðarnar á gomlu gøtuni til Hovs.

Ónsdagin 26. mai  klokkan 19.30. Gongutúrur frá minnisvarðanum.  

Tórsdagin 27. mai klokkan 19.30. Gongutúrur frá minnisvarðanum.  

Fríggjadagin 28. mai klokkan 17.00. Rudda í bygdini.  Aftaná verður farið í ”Húsið við Á” at fáa sær ein bita, og plantupakkar til øll húski verða býttir út.  

Leygardagin 29. mai aftan á klokkan 9 er morgunkaffi í ”Húsinum við Á,” og síðan er ætlanin, at fólk kunnu fríðka um heima hjá sær sjálvum. Burturkast kann setast út til vegin.  

Sunnudagin 30. mai klokkan 14.00  verður útferð niðan á Hamravatn um viðrar.  

Vit gleða okkum at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt slíkt tiltak, ið gagnar okkum øllum.

 

Vinarlig heilsan  

PORKERIS BYGDARRÁÐ.

 

Mikkjal     Andreas     Rannvá     Eyðolf     Eli

 

Bygdarráðið hevur tilmeldað Porkeri til tiltakið ”Best røkta bygd”, og er endamálið við hesum átaki at vekja áhuga og stimbra einum hugburði við ansni fyri náttúru, umhvørvi og mentanarvirðum. Átakið er skipað sum kapping, har kommunan og íbúgvar hava møguleika at leggja orku í náttúru- og umhvørvisvernd og í nærumhvørvið sum heild.

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo