Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp
Myndir frá degi 1
Myndir frá degi 2
Myndir frá degi 3
Myndir frá degi 4

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Útivika í døgunum 23. –  29. mai 2011.

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari útiviku. Í útivikuni er ætlanin, at fólk  ganga og røra seg meira, enn tey vanliga gera. Fólk fara at ganga til arbeiðis, til handils og í skúla, har tey annars eru von at  nýta bilin.

Í ár er eisini kostár, og tí verður heitt á fólk um at fara inn á heimasíðuni hjá ”Fólkaheilsuráðnum”: www.folkaheilsa.fo, har víst verður á tey 8 kostráðini, og har  kanst tú eisini finna uppskriftir til heilsugóðar matpakkar.

Í hesum sambandi skipar dagrøktin og skúlin fyri hvørt sínum átaki, meðan kommunan skipar fyri hesum tiltøkum:

 

Mánadagin 23. mai klokkan 17.00. Ruddað í bygdini og fram við fjøruni. Aftaná verður ábit í Húsinum við Á, og hvørt húski í bygdini fær plantupakka.

 

Týsdagin 24. mai klokkan 18.00.  Gongutúrur frá minnisvarðanum og niðan á Kamb.

 

Ónsdagin 25. mai  klokkan 18.00. Gongutúrur í bygdini, har Mortan Holm og onnur fara at greiða frá ymiskum í bygdini og um staðarnøvn. Byrjað verður við Húsið við Á.

 

Tórsdagin 26. mai klokkan 17.00. Farið verður vestur í viðarlundina at lúka rundan um trøini. Kaffi, køkur og grillmatur verður at fáa,

 

Fríggjadagin 27. mai klokkan 18.00. Gongutúrur fram við Stórá og vestur í Tungu og møguliga niðan á Vágs vøtn. Byrjað verður frá viðarlundini.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt slíkt tiltak, ið gagnar okkum øllum.

Myndir frá útivikuni í fjør kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Porkeris kommunu.

 

 

 

Vinarlig heilsan      Porkeris Bygdarráð

 

Mikkjal      Andreas      Rannvá     Eyðolf       Eli

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo