Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Útivika í døgunum 19. – 25. mai 2014. Sum undanfarin ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari útiviku. Í útivikuni er ætlanin, at fólk ganga og røra seg meira, enn tey vanliga gera. Fólk fara at ganga til arbeiðis, til handils og í skúla, har tey annars eru von at nýta bilin. Hetta er eisini eitt frálíkt høvi hjá fólki at koma saman til felags tiltøk og at njóta samveruna. Í hesum sambandi skipar dagrøktin og skúlin fyri sínum átøkum. Kommunan skipar fyri hesum tiltøkum: Mánadagin 19. mai klokkan 18.00 verður fótbóltskapping á skúlaplenuni fyri øll yngri sum eldri. Týsdagin 20. mai klokkan 18.00 verður ruddað í bygdini, fram við vegnum, í mølini og fram við fjøruni v.m. Møguleiki er hjá fólki at rudda uttan um hjá sær sjálvum, har burturkast kann setast út til vegin. Aftaná verður ábit í Húsinum við Á. Ónsdagin 21. mai og tórsdagin 22. mai kl 17.00 Farið verður vestur í viðarlundina, har lúkað verður uttan um trøini. Ætlanin er eisini at gera ein hyl. Tórskvøldið verður grillað í Húsinum við Á.  Fríggjadagin 23. mai klokkan 18.00 verður gongutúrur yvir í Klovan, har byrjað verður á Hálsinum.  Leygardagin 24. mai verður morgunmatur í Skúlanum frá klokkan 9.00 til 12.00. Gongutúrur út í Porkerisnes verður klokkan 13.00, har byrjað verður við minnisvarðan.  Sunnudagin 25. mai klokkan 14.00 verður útferð niðan á Hamravatn, um viðrar. Vit vita, at ikki ber til at vera við til øll tiltøkini, men vit gleða okkum at síggja mong av tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um slík tiltøk, ið gagna okkum øllum. Vinarlig heilsan Porkeris Bygdarráð Mikkjal, Sveinur, Andreas, Eyðolf & Rannvá