Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Útivikan 2017. Porkeris kommuna ætlar at skipa fyri útiviku. Leygardagin 27 mai verður farið at rudda fram við sjóvarmálanum. Hetta er eitt átak sum eitur Norðurlendsk strandarudding 2017. Hetta átak hevur koyrt í Skandinavia í nøkur ár, og verður nú í vár fyri fyrstu ferð í Íslandi og Føroyum. Endamálið við átakinum er, at varpa ljós á og gera fólk tilvitað um dálkingina av stóru nøgdunum av plasti og øðrum ruski, sum endar í havinum. Áhugafelagsskapurin Ringrás kemur at skilja og skráseta ruskið. Møtt verður í Skemmutúninum kl. 11.00 Aftaná verður suppa í Húsinum við Á. Sunnudagin 28 mai verður lættur gongutúrur í haganum kl. 15.00 Møtt verður á Hálsinum. Mánadagin 29 mai verður skipa fyri bóltspæli á skúlaplenuni. Byrja verður kl. 18.00 Týsdagin 30 mai / Ónsdagin 31 mai annan av døgunum verður farið gongutúr í bygdini, um viðrar. ( Lýst verður við hesum inni á porkeningar-facebook ) Møtt verður í Skemmutúninum kl. 18.00 Tórsdagin 1 juni verður farið at fríðka um í bygdini, t.d. smíða plantukassar og planta.  Fríggjadagin 2 juni verður farið í plantaguna at lúka runt um trøini og planta trø kl. 17.00. Aftana verður farið í Húsið við Á, har Randi og Rowena borðreiða. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarlig heilsan Porkeris Bygdarráð Mikkjal, Andreas, Sveinur, Joan & Emily