Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Útivikan 2019. Mánadagin 20 mai verður gongutúrur vestur í Tungu. Møtt verður við rættina í Dalinum kl. 18. Týsdagin 21 mai verður planta í kassarnar við Húsið við Á. Samstundis verður farið at leita eftir krabbum í møluni. Havi spann og glúp við. Byrja verður kl 18. Frukt og vatn verður at fáa. Onsdagin 22 mai verða ymisk spøl o.a. á skúlaplenuni. Møtt verður kl 18. Suppa verður at fáa. Tórsdagin 23 mai verður farið at rudda í bygdini og eins og í fjør hava vit strandarrudding. Møtt verður í Húsinum við Á kl. 18. Fríggjadagin 24 mai verður farið í plantaguna at lúka runt um trøini. Møtt verður kl 17. Aftaná verður farið í Húsið við Á, har grillað verður. Um broytingar koma fyri, verður hetta lýst á Porkeris kommunu og porkeningar á facebook. Øll eru hjartaliga vælkomin Vinarliga heilsan Porkeris Bygdarráð Mikkjal, Andreas, Sveinur, Joan, Emily