Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

 

 

F R Á B O Ð A N.



Vallistin til løgtingsvalið 29. oktober 2011 liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment innlit í døgunum
6. oktober 2011 til og við 14. oktober 2011.

Um onkur veljari av misgáum ikki er við á vallistanum, eigur at verða sagt frá í seinasta lagi 19. oktober 2011
til valnevndarformannin.

Valkortini verða send við postinum ein av fyrstu døgunum.

Teir veljarar, ið vegna sjúku ikki síggja seg føran fyri at møta á valstaðnum valdagin, kunnu atkvøða heima við hús, og eigur hetta at verða fráboðað í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2011 til valnevndarformannin á telefon 373.603 ella á telefon 211.603  áðrenn klokkan 18.00.

Atkvøðugreiðslan verður í Porkeris skúla leygardagin 29. okt. 2011 millum klokkan 10.00 og 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

   

Porkeri, tann 6. oktober 2011.

 

Lars Djurhuus, valnevndarformaður

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo