Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

Viðvíkjandi vetrarfriðing

Porkeris Bygdarráð tók í 2003 stig til eina kanning, hvørs endamál var at fáa at vita, hvat borgararnir hildu um at fáa seyðin úr bygdum øki.

 

 

Úrslitið av hesi kanning var soleiðis:

128      ja-atkvøður             59%

  80      nei- atkvøður           37%

    6      ógyldugar atkvøður    3 %

    3      blankar atkvøður       1 %

217      atkvøður av 269, sum høvdu atkvøðurætt

 

 

 

Vetrarbit ( jpg )

Vetrarbit ( Pdf )

 

Á fundi tann 28. mars 2006 á kommunuskrivstovuni í Porkeri har umboð fyri allar hagarnar vóru við, kunnaði Bygdaráðið um atkvøðuna, og á hesum fundi varð avgjørt at gera ein túr norður um fjørð, fyri at tosa við onkrar kommunur, sum høvdu vetrarfriðað bøin.

Ferðin norður eftir var tann 30. mai 2006, og vit valdu at fara til Lorvíkar og Hvannasunds. Við í ferðini vóru umboð fyri Heimara Part, Handara Part, Bøndurnar og alt Bygdaráðið.

Tann 9. januar 2007 var fundur á kommunuskrivstovuni í Porkeri. Við á hesum fundi vóru:

Eli Frederiksen, borgarstjóri

Petur Sørensen, umboðandi Heimara Part

Gudfinn Olsen, umboðandi Handara Part

Jógvan Midjord, umboðandi bøndurnar

Heri Larsen, festari av Gjørðagarði

Fyrst var tosa um, hvussu friðingin skuldi fremjast, og hvussu nógv lendi skuldi friðast. Kort av bygdini varð tikin fram og byrja varð at seta strikur á, men hetta var bert ein byrjan. Samtykt varð at hittast aftur.

Tann 1. februar 2007 var aftur fundur á skrivstovuni í Porkeri, og umboðini vóru tey somu, sum á fundinum 9. januar. Økið, sum friðast skuldi, varð aftur gjøgnumgingið.

Síðan varð samtykt at fáa Óla Jákup Kristoffersen, advokat at koma suður at greiða frá ymsum spurningum um vetrarfriðing. Hesin fundur varð avtalaður at verða umborð á Smyrli tann 8. februar 2007 kl. 21.00. Fundur var við bygdarráðnum, hagastýrinum, øllum bøndrunum og festaranum. Eisini var Bogi Jacobsen frá felagnum Munin við, sum ger uppmátingar av lendinum.

Nú fara hagastýrini at hava fund við eigararnar og greiða teimum frá hvat higartil er gjørt. Aftaná hetta fer bólkurin aftur at hava fund og gera støðuna upp, og gera av hvat víðari skal henda.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo