Bygdarsavnið

Porkeris Bygdarsavn er ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997. Endamálið hjá Porkeris Bygdarsavni er at fremja varðveitingararbeiði hjá Porkeris Fornminnafelag av fornminnum og forngripum, at savna forngripir, merkja og skráseta teir við øllum upplýsingum, sum møguligt er at fáa til vega og at seta upp siðsøguliga framsýning. Porkeris Bygdarsavn lýkur treytirnar í løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 við seinni broytingum um bygdasøvn við mentanarligum virksemi. Nevndin í Porkeris Fornminnafelag og Sveinur Bech, sum er kommunalt umboð, manna stýrið í Porkeris Bygdarsavni. Porkeris Bygdarsavn eigur Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888, og ognina Í Eystrum, sum hevur verið elligamal bústaður í Porkeri. Í Eystrum eru sethús, sornhús og fjós.Gamli skúlin er liðugt umvældur, og eitt savn við gomlum lutum og myndum er sett upp.ER stongt ring:Magnus Hansen37 38 50  -  23 87 72Zacharias Bech37 32 26  -  59 92 26Sára Holm26 70 98  -  Mannbjørn Olsen37 38 64  -  26 28 64Rannvá Albinus37 40 33  -  27 15 33Sveinur Bech37 47 32  -  56 62 39Kostnaður fyri at síggja savnið er 30 kr. fyri hvønn persón