Streingjakórið

Porkeris Streingjakór

Streingjakórið varð stovnað 1.februar 1961. Hugskotið, at seta á stovn eitt streingjakór, kom eftir at streingjakórið á Toftum hevði vitjað í oynni nakað frammanundan.

Tey fyrstu í kórinum vóru seks í tali: Jona og Jacob Midjord, Magda Poulsen í Nøkrum, Judith Mortensen, Páll Midjord í Bøkkum og Johan N. Dam í Vika.

Kunnleikin til sang og tónleik var lítil, men tey søktu sær hjálp ymsastaðni. Tónleikaførini vóru guitararar, ein mandolin og seinni ein harmonika.

Streingjakórið hevur frá byrjan verið knýtt at Missiónshúsinum og hevur tikið lut á møtum hjá missiónini.

Fyrstu ferð kórið luttók á møtum av oynni var í KFUM í Havn í 1973. Síðani hava ferðirnar verið fleiri, serliga seinnu árini.

Nógv fólk í bygdini hava sungið við í kórinum. Tá ið flest fólk hava verið í kórinum samstundis, taldi streingjakórið um 30 fólk.

Streingjakórið venur vanliga ónskvøld kl 20 í Missiónshúsinum.

Hoyr kóri syngja 
"Eg var bundin í skuld og í myrkri"